miðvikudagur, 5. mars 2008

Gera fyritøkuna sjónliga?

Hvussu kann eg gera mín stovn, skúla, ella fyritøku sjónligari í almenna rúminum? Hvørji amboð havi eg? Hvussu kann eg brúka tey effektivari og miðvísari at náa mínum málum?

Setið tygum í samband við 'Birk Media' og bíleggið ein fyrilestur, ein temadag, ella eitt skraddaraseymað skeið í samskifti, júst til tygara brúk. Støðið verður tikið í tygara fyritøku, og hvussu tit har samskifta.

Til dømis: hvussu kann eg brúka okkara heimasíðu at gera stovnin sjónligan? Hvussu kann eg skapa tíðindi úr okkara verð? Hvussu kann eg gera okkara fyritøku so sjónliga, at vit vera ein aktørur, ið ikki kemst uttan um? Kunnu vit gerast avgerðandi tátturin í almenna kjakinum, tá umræður okkara fakøkið og okkara tilboð?

Endamálið við virkseminum hjá 'Birk Media' er at fáa eitt positivt, men tó miðvíst samskifti við kundar og myndugleikar.

Starvsfólkaskeið


Tíðindi www.fsg.fo 14. september 2007:
Mynd: Kjakið varð lívligt, tá tey 35 starvsfólkini á Vinnuvitan, Vikublaðnum og Bil.fo savnaðust á Hotel Eiði at kjakast um føroyskar fjølmiðlar. Fyrilestrahaldari var Birgir Kruse, sum hevur skrivað bókina Fjølmiðlar

Ein privatur vinnukundi varð hin fyrsti at keypa eitt flokssett av skúlabókini Fjølmiðlar, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út at brúka í lærugreinini samfelagsfrøði. Tað hendi í farnu viku, tá 35 fólk frá fyritøkunu Vinnuvitan hildu fakligt skeið og vildu kunna seg við føroyskar fjølmiðlar.

Høvundar ella ritstjórar halda vanliga fyrilestur um aktuellar bøkur og tilfar, sum forlagið gevur út. Høvundurin at bøkini var tí boðsendur at halda fyrilestur.

Fjølmiðlar er skúlabók, ið viðger dagsins miðlar og við dømum lýsir tann týdning, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi. Ikki síðani hagfrøðiliga Árbókin kom út, hava privatir kundar keypt bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni. Vanligt er, at kommunurnar, ið eisini eiga skúlabygningarnar, fíggja lærubókatilfarið á hvørjum skúla. Tí er sjáldsamt, men kærkomið, at bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni eisini verða brúktar uttan fyri hesa ringrás.

- Vinnuvitan og Vikublaðið eru týðandi partar av føroysku miðlunum, og hjá okkum er nýggja bókin hjá Føroya Skúlabókagrunni Fjølmiðlar eitt viðkomandi og hent amboð. Á greiðan hátt varpar bókin ljós á føroysk miðlaviðurskifti og tann gerandisdag, sum vit eru partur av, sigur Magni Olsen, stjóri á Vinnuvitan.